Bovling

Um matstovuna

Matstovan er ein nýggjur partur av bovlinghøllini, sum varð tikin í nýtslu í oktober 2008.

Matstovan er bygd upp í sunnara enda av bovlinghøllini og hevur sera gott útsýni yvir fjørðin.

Til dagligt er pláss fyri 50 fólkum, men er okkurt serligt á skránni, kann dekkast upp til eini 90-100 fólk.

Góður møguleiki er at leiga hølið til føðingardagar, veitslur o.a.

Vit lata eisini mat út úr húsinum.

 

Ring og hoyr meiri. Bovling tlf. 663366 - Matstovan 443275