Um Bovling

Stutt um AMF
Alt maskinaríið er frá AMF (American Machine and Foundry) og tað er tann nýggjasta tøknin sum er sett upp her. Um AMF kann sigast at fyritøkan hevur eina amerikanska uppruna, og var sett á stovn í New York ár 1900. AMF er at finnað um alla verðina, og hevur í dag o.u. 16.000 virkin arbeiðsfólk.
Stutt um Bovling
Sjálvt spælið er um at koyra allar tær 10 keylirnar um koll.
Hvør spælari hevur tvær royndir fyri hvørt umfari, og um ikki allar keylirnar eru farnar um koll aftaná næstu roynd, verður givið stig eftir hvussu nógvar keylir eru koyrdar um koll. Í einum spæli (= røð) eru tað 10 umfør.
Hægsta stiga tal, ið kann røkkast er 300 stig.

