Bovling & Matur í Leirvík

Barnaføðingardagur

Pexels Ylanite Koppens 796606

Tað er møguleiki at halda barnaføðingardagin hjá okkum, vit hava góðarumstøður og allar neyðugu hentleikar. 

Bovling hevur 2 føðingardagstilboð:

Menu 1: (Viðmælt til børn upp til og við 3. flokk)
- 5 chicken nuggets v/ chips
- 1 sodavatn
- Pinn ísur
- Bovling í 1 tíma
Prísur: 130 kr. pr. barn

Menu 2: (Viðmælt til børn frá 3. flokki og eldri)
- Burgari v/ ketsjup og leyk + chips
- 1 sodavatn
- Pinn ísur
- Bovling í 1 tíma
Prísur: 145 kr. pr. barn

Um ynski er um annað til matna, kunnu vit bjóða okkurt frá vanligu matskránni. Tá er prísurin fyri føðingardagstilboðið ikki galdandi, men vanligi prísurin á matskránni.

Mannagongdir fyri føðingardag:

1) Føðingardagstilboðini eru galdandi týsdag, mikudag og hósdag kl. 11.00 - 17.00 og fríggjadag kl. 13.00 - 17.00.
2) Tað er ikki loyvt at hava mat og drekka við sjálv/ur (so sum køku, saft o.a.)
3) 2 tímar eru settir av til hvønn barnaføðingardag í Bovling; 1 tími til bovling og 1 tíma til at eta og spæl.
4) Foreldur ella vaksin skulu vera við og hava ábyrgd av børnunum.
5) Vit heita á foreldur og vaksin um at ansa eftir, at tað ikki verður runnið ella spælt á møblum og spælimaskinum.